BTÚ

Eitt av lyklatølunum í tjóðarroknskapinum er bruttotjóðarúrtøkan, BTÚ, sum er eitt mát fyri virðisskapanina í marknaðarprísum samanlagt í einum tíðarskeiði. BTÚ í føstum prísum er mát fyri búskaparligu gongdina, t.e. vøksturin, tá prísvøkstur er roknaður frá. Hagstova Føroya framleiðir einans tjóðarroknskapin í ársins prísum.

Bruttotjóðarúrtøkan kann skilmarkast og gerast upp tríggjar vegir: Framleiðsluháttur, útreiðsluháttur og inntøkuháttur. Eftir framleiðsluhátti verður virðisskapanin gjørd upp soleiðis, at frá framleiðsluvirðinum hjá innlendskum stovnsligum geirum, ið eisini verða gjørdir upp eftir vinnugrein, verður tilfarsnýtslan trekt frá. Eftir útreiðsluhátti verður virðisskapanin gjørd upp við at leggja saman endaligu innlendsku nýtsluna, t.e. privat og almenn nýtsla, privatar og almennar íløgur og goymslubroytingar og nettoútflutningurin verður drigin frá. Eftir inntøkuhátti verður bruttotjóðarúrtøkan gjørd upp við at leggja saman lønir og onnur atknýtt gjøld, bruttorakstraravlopið og allar framleiðsluskattir, netto.

Hugtøk:

  • Aðrir framleiðsluskattir, netto eru flytingar frá innlendskum framleiðarum til tað almenna sum skattir og avgjøld, ið eru knýtt at framleiðsluni, men ikki at vøruni, t.d. ognarskattir og vegskattir á vinnuakfør.
  • Almennar íløgur eru bruttoíløgur í støðisogn, goymslubroytingar og útvegan av virðislutum netto. framdar av stovnsligum eindum í almenna geiranum.
  • Almenn nýtsla eru tær almennu útreiðslurnar til nýtslu. Almennar nýtsluútreiðslur verða roknaðar sum kostnaðurin av framleiðsluni minus brúkaragjøld. Haraftrat skulu leggjast almennar nýtsluútreiðslur fyri tænastur, sum tað almenna keypir á marknaðinum og letur húsarhaldum í feingi.
  • Ársins prísir (eisini nevnt nominellur prísur), er uppgerð við støði í teimum prísum, ið eru galdandi fyri tað tíðarskeiðið, ið uppgerðin fevnir um.
  • Bruttofaktorinntøkan er bruttotjóðarúrtøkan í faktorprísum. Verður gjørd upp sum bruttovirðisøking minus aðrar framleiðsluskattir netto., og er tann parturin av framleiddu virðisøkingini, sum verður nýttur til at løna framleiðslufaktorunum, løn til løntakarar (inn- og útlendskar) og rakstraravlop til innlendskar framleiðslueindir.
  • Bruttoraksraravlop er bruttovirðisøkingin tá løn og atknýtt gjøld, umframt aðrar framleiðsluskattir (netto) er trekt frá.
  • Bruttotjóðarúrtøkan, ið er gjørd upp í marknaðarprísum, er eitt mát fyri virðisskapanina samanlagt í einum tíðarskeiði.
  • Bruttovirðirsøkingin er bruttotjóðarúrtøkan í støðisprísum. Verður gjørd upp í vinnugreinum og geirum sum framleiðsluvirðið í støðisprísum minus nýtsla í framleiðsluni í keyparaprísum. Fyri heildarbúskapin kann bruttovirðisøkingin eisini gerast upp sum bruttotjóðarúrtøkan í marknaðarprísum minus vøruskattir netto.
  • Fastir prísir merkir, at uppgerðin er reinsað fyri prísvøkstur. Á henda hátt ber til at meta um gongdina í nøgdini av seldum vørum og tænastum.
  • Framleiðsluvirði er virðið á vørum og tænastum frá marknaðarligari framleiðslu, framleiðslu til egna nýtslu og aðrari uttanmarknaðarligari framleiðslu. Framleiðsla er ikki tað sama sum søla. Til dømis er framleiðsluvirðið í handilsvirki ikki sølan, men sølan minus innkeyp av handilsvørum (bruttovinningur). Í almennari fyrisiting og aðrari uttanmarknaðarligari framleiðslu verður framleiðsluvirðið gjørt upp sum kostnaðurin av framleiðsluni, t.e. nýtsla í framleiðsluni + lønarkostnaður + framleiðsluskattur netto + kapitalslit.
  • Goymslubroytingar er munurin millum virðið á vørum, sum koma inn á goymslu, og sum fara av goymslu eitt ávíst tíðarskeið. Goymsla fevnir um allar vørur, sum ikki eru partur av føstum bruttoíløgum. Goymslubroytingar fevna eisini um arbeiði í gerð, t.d. virðið á nattúruvøkstri sum fiski á smoltstøðum og í alibrúkum. Skipasmíð verður tó ikki roknað sum goymslubroyting, men sum íløga, meðan smíðað verður.
  • Innflutningur fevnir um bæði vørur og tænastur.
  • Keyparaprísir er virðið, sum keyparin í roynd og veru rindar fyri vørur og tænastur, t.e. íroknað framleiðslu- og innflutningsskattir, men uttan studning, og íroknað flutningsgjøld, sum keyparin rindar umframt.
  • Lønir og atknýtt gjøld er løn og arbeiðsgevaragjøld til sosialar skipanir.
  • Marknaðarprísir er tað sama sum keyparaprísir. Men verður í tjóðarroknskapinum bara nýtt um heildaruppgerðir, t.d. bruttotjóðarúrtøkan í marknaðarprísum.
  • Nettoútflutningur er munurin ímillum útflutning og innflutning. Um innflutningurin er størri enn útflutningur, er nettoútflutningurin negativur.
  • Privatar íløgur eru bruttoíløgur í støðisogn, goymslubroytingar og útvegan av virðislutum netto framdar av stovnligum eindum í privata geiranum.
  • Privat nýtsla eru útreiðslur hjá føroyskum húsarhaldum til útvegan av vørum og tænastum, bæði í Føroyum og í útlondum. Útreiðslur til drúgvar nýtsluvørur verða roknaðar sum nýtsla í sama tíðarskeiði, sum vørurnar eru útvegaðar. Undantikið er útvegan av ognaríbúð, sum verður roknað sum bruttoíløga. Tíðarskeiðini eftir útvegan verður so eftirroknað íbúðartænasta av ognaríbúð roknað sum húsarhaldsnýtsla.
  • Tilfarsnýtsla er virðið av vørum og tænastum, sum eru nýttar í framleiðsluni. Nýtsla av føstum realkapitali er ikki íroknað.
  • Tjóðarroknskapur er ein kontoskipan, ið lýsir búskapin í einum landi fyri einstøk tíðarskeið. Í høvuðsheitum lýsir tjóðarroknskapurin virðisskapanina frá ymsum framleiðandi eindum og ta inntøku, ið stavar frá hesari framleiðslu, umframt tað umbýtið, ið fer fram millum ymsar geirar. Tjóðarroknskapurin vísir harumframt, hvar framleiðslan av vørum og tænastum endar sum nýtsla og hvussu uppsparingin verður nýtt til fastar ella fíggjarligar íløguríløgur.
  • Stovnsligu eindirnar verða flokkaðar saman í geirar eftir, um tær hava eins búskaparliga atferð, avgjørd eftir framleiðsluslag, høvuðsvirksemi, høvuðsuppgávu og fígging. Høvuðsgeirarnir eru ikki-fyritøkur, fíggjarfyritøkur, almenn fyrisiting og tænasta, húsarhald og feløg sum ikki reka vinnu, og umheimurin.
  • Støðisprisir. Fyri innlendska framleiðslu er støðirprísurin virðið, sum verður tillutað framleiðara, t.e. uttan vøruskatt og við vørustudningi. Fyri innflutning er støðirprísurin cif-virðið pluss toll. Framleiðsla og virðisøking í vinnugreinum verður gjørd upp í støðisprísum. Tað vil siga at vøruskattir og vørustudningur verða ikki skiftir á vinnugreinir, men verða lagdir aftrat/drignir frá virðisøkingini samanlagt í uppgerðini av bruttotjóðarúrtøkuni í marknaðarprísum.
  • Útflutningur fevni um bæði vørur og tænastur.
  • Vøruskattir, netto eru flytingar frá innlendskum framleiðarum til tað almenna sum skattir og avgjøld, ið eru knýtt at vøruni ella tænastuni, t.d. meirvirðisgjald og punktgjøld.

Búskaparliga virðisskapanin kann bólkast eftir vinnugrein og geira, sí undir Vinnugreinar og Geiri. Bruttotjóðarúrtøkan er eisini framroknað, sí undir Framrokning

Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri
Viðm.: Ársins prísir
Viðm.: Ársins prísir
Viðm.: Ársins prísir