Sethúsaprísir og -søla

Sethúsasølan er gjørd upp eftir prísi, tali og staði. Eisini er árliga broytingin í % roknað fyri allar bólkar.

Bústaðaprísirnir eru viðgjørdir á slíkan hátt, at teir geva eina mynd av kostnaðinum, sum vanligir bústaðir verða keyptir og seldir fyri. Tí verða hesi ikki tikin við:

  • Grundøki
  • Íbúðir
  • Hús á grundøkjum minni enn 250 fermetrar
  • Hús á teimum størstu grundøkjunum, tí har kann roknast við, at grundstykkjaprísurin er stórur partur av søluni
  • Hús, ið ikki verða hildin at umboða marknaðartreytir, t.d. serliga lágir prísir í sølum millum familjulimir
  • Hús, sum eru yvirtikin á tvingsilssølu

Á henda hátt skuldu tølini umboðað prísin á miðalsethúsum í fríum handli.

Tølini yvir sethúsakeyp og -sølur stava frá almennu tinglýsingini, har allir handlarnir verða skrásettir.

Húsasølurnar eru býttar upp eftir øki:

  • Tórshavn: Tórshavn, Hoyvík og Argir.
  • Størri bygdir og býir: Klaksvík, Runavík, Glyvrar, Fuglafjørður, Gøta, Kollafjørður, Vágur, Tvøroyri, Froðba, Trongisvágur, Miðvágur og Vestmanna.
  • Smærri bygdir: Aðrar bygdir, ið ikki eru nevndar omanfyri.
  • Tilsamans: Allar Føroyar
Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri