Inntøkubýti

Inntøkubýti lýsir, hvussu inntøkurnar í Føroyum er býttar.

Hugtøk:

  • Gini-talið lýsir ójavnan í inntøkubýtinum. Um øll hava somu inntøku, er talið 0, og hevur eitt húski alla inntøkuna í samfelagnum, er talið 100.
  • Fimtingslutfallið ella 80/20 mátið er miðalinntøkan hjá fimtapartinum av fólki við størstu inntøkunum í mun til miðalinntøkuna hjá fimtapartinum við lægstu inntøkunum.
  • Hoover-talið er tann parturin av inntøkunum, ið skal býtast av nýggjum fyri at fáa fullkomið javnbýti. Verður eisini nevnt Robin Hood-talið.
  • Inntøkan hjá einum persóni ella húski er tøk inntøka eftir skattir og avgjøld og kann koma frá ymiskum keldum:
    • Løn fyri arbeiði og yvirskot frá egnum virki.
    • Veitingar frá tí almenna, so sum pensjón, dagpeningur, rentustuðul og lestrarstudningur.
    • Ognarinntøka, so sum rentuinntøkur, virðisbrævavinningur o.a. kapitalinntøkur.
  • Húskini eru persónar sum pr. 31/12 í árinum hava sama skrásetta bústað í landsfólkayvirlitinum. Fólk á stovni og onnur á felagsbýli eru ikki tald við. Sostatt er ikki talan um alt fólkatalið. Harumframt er eisini kravt, at minst ein persónur í húskinum skal hava havt skattskyldu alt árið. Vaksin eru persónar 18 ár ella eldri.
  • Miðalinntøkan er roknað sum eitt vanligt miðal.

Sí eisini Fátækraváði.

Javnvirðisinntøkan:

Javnvirðisinntøka er inntøkan hjá tí einstaka, tá atlit eru tikin til hvørjum húski tann einstaki býr í t.e. hvussu nógv vaksin og hvussu nógv børn eru í húskinum.

Inntøkan hjá húskinum sigur meiri um, hvørjar nýtslumøguleikar tey einstøku í húskinum hava, enn inntøkan hjá tí einstaka. Eitt stórt húski má hava størri samlaða inntøku enn eitt lítið, tí tað kostar meiri at uppihalda einum stórum húski. Men samstundis eru eisini fyrimunir í einum stórum húski. Eitt húski við fimm fólkum skal ikki rinda alt fimm ferðir (t.d. el, olju, hvítvørur, o.s.fr.). Tí er ikki neyðugt, at øll í tí stóra húskinum skulu hava somu miðalinntøku, sum tey støku, fyri at hava somu nýtslumøguleikar.

Roknidømi:

Tá javnvirðisinntøkan verður roknað, verða persónarnir í húskinum vigaðir ymiskt. Tann fyrsti vaksni telur 1,0, næsti vaksni telur 0,5 og børn undir 14 ár telja 0,3.
Vit hava tvey húski, annað er ein stakur persónur uttan børn, við eini tøkari inntøku uppá 200.000 krónur, og hitt er eitt húski við tveimum vaksnum við tveimum børnum og eini tøkari inntøku upp á 420.000 kr. Tann staki hevur eina javnvirðisinntøku upp á 200.000 kr. Í seinna húskinum skal inntøkan vigast: 1,0 fyri fyrsta vaksna, 0,5 fyri næsta og 0,3 fyri hvørt barnið. Samlaða inntøkan hjá hesum húskinum skal so býtast við 2,1 (1+0,5+0,3+0,3) fyri at fáa javnvirðisinntøkuna hjá hvørjum persóni. Í hesum døminum verður javnvirðisinntøkan hjá seinna húskinum 420.000 kr. býttar við 2,1. Tað gevur eisini 200.000 kr. Sostatt eru persónarnir í báðum húskjunum í somu støðu og hava somu nýtslumøguleikar – hjá øllum er javnvirðisinntøkan 200.000 kr.

Øll í húskinum, børn sum vaksin, fáa tillutað somu javnvirðisinntøku.

Roknistykki

Hvør máti, ið verður valdur, hevur sjálvandi ávirkan á, hvat úrslit kemur burturúr. Altjóða er ikki semja um, hvør máti skal nýtast. Hagstovan hevur valt mátan hjá ES, sum er ”OECD modified scale”. Hesin háttur verður nýttur í hinum Norðurlondunum.

Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri