Fátækraváði

Fátrækraváðin, á enskum "at-risk-of-poverty", er eitt altjóða mát, ið lýsir borgararnar í samfelagnum við lutfalsligu lægst nýtslumøguleikunum. Grundarlagið undir hagtalinum er javnvirðis-inntøkan, sum er ein roknað inntøka hjá hvørjum borgara eitt heilt ár. 

Fátækraváðin sigur, hvussu stórur partur av borgarunum í samfelagnum hava eina javnvirðisinntøku, sum er lægri enn 60% av javnvirðis-miðinntøkuni í samfelagnum.

Hugtøk:

  • Inntøkan hjá einum persóni ella húski er tøk inntøka eftir skattir og avgjøld og kann koma frá ymiskum keldum:
    • Løn fyri arbeiði og yvirskot frá egnum virki.
    • Veitingar frá tí almenna, so sum pensjón, dagpeningur, rentustuðul og lestrarstudningur.
    • Ognarinntøka, so sum rentuinntøkur, virðisbrævavinningur o.a. kapitalinntøkur.
  • Javnvirðisinntøka er inntøkan hjá tí einstaka, tá atlit eru tikin til hvørjum húski tann einstaki býr í t.e. hvussu nógv vaksin og hvussu nógv børn eru í húskinum.
  • Húskini eru persónar sum pr. 31/12 í árinum hava sama skrásettan bústað í landsfólkaskránni. Fólk á stovni og onnur á felagsbýli eru ikki tald við. Soleiðis er ikki talan um fulla populatión. Harumframt er eisini kravt, at minst ein persónur í húskinum skal hava havt skattskyldu alt árið. Vaksin eru persónar 18 ár ella eldri.
  • Miðinntøka er tann mittasta inntøkan, t.e. tann inntøkan, sum býtir talið av øllum borgarunum í Føroyum í tveir eins stórar bólkar. Helvtin av borgarunum hava størri inntøku, og hin helvtin minni inntøku, enn miðinntøkuna.
  • Fátækraváðamarkið er tann javnvirðisinntøkan, sum avger um ein persónur er í fátækraváða ella ikki. Øll, ið hava ein javnvirðisinntøku undir fátækraváðamarkinum eru í fátækraváða. Fyri at skilja fátækraváðamarkið er av týdningi at minnast, at tað er miðinntøka (median), sum avger fátækraváðamarkið.
  • Fátækragloppið er roknað sum lutvísi munurin ímillum miðinntøkuna hjá teimum undir fátækraváðamarkinum og sjálvt fátækraváðamarkið. Fátækragloppið sigur okkum tí, hvussu langt undir fátækraváðamarkinum inntøkan hjá teimum í fátækraváða í miðal er.

Sí eisini Inntøkubýti.

Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri