Brúkarin

Ávísin (“indikator”) fyri brúkarin sigur, hvussu brúkarin metir at tíðirnar eru. Hesin ávísin er ein av fimm ávísum, sum tilsamans mynda konjunkturbarometrið og treystitalið.

Konjunkturbarometrið í síni heild eru ávísar, sum siga nakað um, hvussu brúkarar og vinna meta, at tíðirnar eru. Høvuðsúrslitið úr hesi kanning er treystitalið, sum er eitt roknað tal við støði í vektaðum ávísum frá spurnakanningum fyri teir fýra vinnubólkarnir og spurnakanning fyri brúkarar.

Barometrið er sostatt ikki ein uppgerð av veruligum tølum úr búskapinum, men ein spurnakanning um, hvørjar metingar lyklabólkar í samfelagnum hava av gongdini í búskapinum, bæði gongdini júst nú og hvussu bólkarnir meta vánirnar vera fyri framman.

Eitt einstakt tal hevur einans innihald, um sammett verður við søgulig tøl fyri sama spurning. Til at meta, hvørjari legu talið liggur í, er miðalvirðið av øllum málingum higartil upplýst. Við tíðini verður hetta talið besta boð upp á markið millum góðar og ringar tíðir.

Mannagongd:

Kanningarnar verða gjørdar soleiðis, at ringt verður til 500-600 tilvildarliga vald húski og tey svara síðani 15 spurningum um peningalig viðurskifti og teirra metingar um búskapargongdina í Føroyum.

Ávísarnir fyri einstøku kanningarnar eru miðaltøl av nettotølum fyri útvaldar spurningar. Ávísin hjá brúkarunum er eitt miðaltal av nettotølunum fyri 4 av 15 spurningum í brúkarakanningini. Teir fýra spurningarnir eru:

  • Hvussu væntar tú fíggjarliga støðan hjá tínum/tykkara húsarhaldi broytist næstu 12 mánaðirnar?
  • Hvussu metir tú gongdin í føroyska búskapinum verður næstu 12 mánaðirnar?
  • Hvussu metir tú arbeiðsloysið broytist næstu 12 mánaðirnar? (negativt fortekn)
  • Hvussu sannlíkt er tað, at tú/tit koma at spara pening upp næstu 12 mánaðirnar?

Treystitalið og einstøku ávísarnir kunnu liggja frá pluss 100 til minus 100. Eitt einstakt tal hevur einans innihald, um sammett verður við søgulig tøl fyri sama spurning.

Hugtøk:

Tað eru 3 týðandi hugtøk, ið verða nýtt í konjunkturbarometrinum:

  • Nettotal er eitt roknað miðaltal út frá %-býtinum av svarum til hvønn einstakan spurning. Niðanfyri er víst eitt roknidømi.
  • Ávísi:  Við støði í útvaldum nettotølum í hvørjari einstakari kanning verður ein ávísi roknaður. Ávísin verður roknaður sum miðal av nettotøllunum. Ávísin kann liggja millum pluss 100 og minus 100.
  • Treystitalið: Við støði í ávísunum frá øllum fimm kanningunum verður treystitalið roknað við hesum vektum:
    • Brúkarar:                    15 spurningar og viga 20%
    • Tilfeingisvinnan:          15 spurningar og vigar 40%
    • Tænastuvinnan:         5 spurningar og vigar 30%
    • Handilsvinnan:            5 spurningar og vigar 5%
    • Byggivinnan:               6 spurningar og vigar 5%  

Brúkarin hevur 5 og 6 svarmøguleikar til hvønn spurning. Brúkarin kann svara avgjørt játtandi ella sýtandi, minni játtandi ella sýtandi, neutralt ella veit ikki.

Dømi:

Ein spurningur í kanningini til brúkararnar hevur orðingina 'Hvussu hevur fíggjarliga støðan broytt seg hjá tínum/tykkara húsarhaldi seinastu 12 mánaðirnar?'.

Svarmøguleikarnir til henda spurningin eru 1) Nógv betur, 2) Nakað betur, 3) Óbroytt, 4) Nakað verri, 5) Nógv verri og 6) Veit ikki.

Tá ið allir uml. 500-600 brúkararnir hava svarað vegna sítt húski, kann %-býtið av svarmøguleikunum t.d. síggja soleiðis út:

  • Nógv betur: 3%
  • Nakað betur: 16%
  • Óbroytt: 49%
  • Nakað verri: 25%
  • Nógv verri: 6%
  • Veit ikki: 1%

Í hesum føri verður býtið av svarmøguleikunum vigað. 'Nógv betur' telur 1, 'Nakað betur' telur 0,5, 'Nakað verri' telur -0,5 og 'Nógv verri' telur -1. Tey, sum ikki vita og tey, sum siga, at fíggjarstøðan er óbroytt, verða soldað frá. Nettotalið verður í døminum 1 x 3 + 0,5 x 16 - 0,5 x 25 -1 x 6 = -7,5

talva

 

Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri
Viðm.: Ávísin er miðal av nettotølunum