Peninga- og fíggjarviðurskifti

Javnin hjá fíggjarstovnunum lýsir allar ognir (aktiver/assets) og alla skuld (passiver/liabilities), ið fíggjarstovnarnir hava. Sum hugtøkini eru skilmarkað skulu hesar báðar síðurnar av javnanum vera líka stórar.

Savnið fevnir um føroysku peningastovnarnar, herundir deildir teirra í útlondum.

Tættir (dimensiónir) í hesum savninum eru: tíð, fíggjaramboð, land og geiri:

  • Tátturin 'Fíggjaramboð' er stigskipaður. Á fyrsta stigi verða fíggjaramboð flokkað í 'Ogn' og 'Skuld'. Á næsta stigi verða hesi útgreinað til 'Kassi', 'Útlán', 'Lánsbrøv' o.s.fr..
  • Fíggjaramboð verða skift á land, har hetta letur seg gera. Útlán verða t.d. skift á føroyskar og útlendskar lántakarar.
  • Fíggjaramboð verða somuleiðis skift á geira, har hetta ber til. "Í einum uppbýti eftir geira er bólkiningin treytað av slagi av ognarskapi, hvørt talan er um framleiðslan fer fram sambært marknaðartreytum ella ikki, og um endamálið er við vinningi fyri eyga ella ikki."

Upphæddir verða vístar í mió. kr og stava frá javnum við mánaðarlok.

Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri
Viðm.: HPISH: Non-profit institutions serving households
Viðm.: NPISH: Non-profit institutions serving households