-Kommunufyrisiting

Kommunufyrisitingin fevnir um allar kommunurnar og kommunustovnar.

Kommunufyrisitingin er ein undirgeiri í geiranum Almenn fyrisiting og tænasta. Hinir undirgeirarnir eru:

  • Landsfyrisitigin
  • Ríkisfyrisitingin
  • Sosialir grunnar

Hugtøk:

  • Fíggjarkravið er munurin ímillum samlaðu inntøkurnar og samlaðu útreiðslurnar. Um fíggjarkravið er positivt, eru samlaðu inntøkurnar størri enn samlaðu útreiðslurnar.
  • Bruttotjóðarúrtøkan (BTÚ) er eitt mát fyri samlaðu virðisskapanina í einum landi. BTÚ sigur okkum, hvat samlaða framleiðsluvirðið er, tá nýtslan í framleiðsluni er drigin frá.
  • Í ársins prísum er tað sama sum í nominellum prísum, sum  er tá allur prísvøksturin í tíðarskeiðnum er við. Prísvøkstur verður eisini róptur inflasjón.

Sí eisini Almenn fyrisiting og tænasta og BTÚ.

Viðmerkingar:

  • Kommunufelagsskapirnir SEV og IRF eru ikki roknaðir sum partar av kommunufyrisitingi, men sum almennar fyritøkur í geiranum vinnufyritøkur.
  • Fyritøkulíkir stovnar (t.d. havnir), sum eru í kommunuroknskapum, eru fluttir úr landsfyrisitingini yvir í almennar fyritøkur í geiranum vinnufyritøkur.

Geirabýti:

Í einum uppbýti eftir geira er bólkiningin treytað av slagi av ognarskapi (alment ella privat), hvørt talan er um framleiðslan fer fram sambært marknaðartreytum ella ikki, og um endamálið er við vinningi fyri eyga ella ikki. Hagstova Føroya bólkar eftir altjóða ESA 2010-leistinum.

Búskaparligu geirarnir er ein bólking av øllum stovnsligum eindum í búskapinum. Eindirnar vera bólkaðar í mun til hvønn búskaparligan atburð tær vera mettar at hava. Tá metast skal um hvønn geira eindin hoyrir til, verður hugt at um eindin er brúkari ella framleiðari í búskapinum, hvussu ognarviðurskiftini eru, hvat slag av tænastu ella vøru eindin framleiðir, marknaðartreytir, ið eindin hevur at virka undir og hvat endamálið við framleiðsluni, t.d. um tað er til egið brúk, vinnuligt ella ikki-vinnuligt brúk.

Teir fimm geirarnir eru:

  1. Vinnufyritøkur (S11): Allar eindir, sum ikki veita fíggjarligar tænastur og vørur og virka undir marknaðartreytum.
  2. Fíggjarfyritøkur (S12): Allar eindir, ið veita fíggjarligar tænastur og vørur og virka undir marknaðartreytum.
  3. Almenn fyrisiting og tænasta (S13): Eindir, ið ikki virka undir marknaðartreytum og eru undir almennum ræði.
  4. Húsarhald (S14): Húsarhaldini kunnu bæði vera framleiðarar og brúkarar. Brúkararnir eru aloftast løntakarar, móttakarar av veitingum o.a. Sjálvstøðug vinnurekandi verða bólkað sum húsarhald, um so er at fyritøkan ikki er ein fíggjarlig eind í sjálvum sær. Øll framleiðsla, sum er til egið brúk, er eisini partur av hesum geira.
  5. Feløg (S15): Eindir, ið ikki virka eftir marknaðartreytum og ikki eru undir almennum ræði. T.d. ítróttafeløg.

Tað er vanligt, at geirarnir húsarhald og feløg verða bólkaðir saman. (S14+S15)

Hesir geirar tilsamans mynda føroyska heildarbúskapin (S1). Allar eindir, ið ikki eru skrásettar í Føroyum verða bólkaðar sum umheimurin, ið er ein sætti geiri fyri seg (S2).

geirar

Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri
Viðm.: Ársins prísir
Viðm.: Ársins prísir
Viðm.: Ársins prísir
Viðm.: Ársins prísir
Viðm.: Ársins prísir