Almenn fyrisiting og tænasta

Almenn fyrisiting og tænasta er ein av fimm geirum í geirabýtinum.

Almenna fyrisiting og tænasta fevnir bara um myndugleikar og stovnar, sum eru framleiðarar uttan fyri marknaðin. Teirra høvuðsuppgáva er at framleiða og veita tænastur til bæði einstaklinga- og felagsnýtslu. Uppgávan er harumframt at býta inntøku og ogn sundur av nýggjum.

Undirgeirar í geiranum almenn fyrisiting og tænastu eru:

  • Landsfyrisitingin
  • Kommunufyrisitingin
  • Ríkisfyrisitingin
  • Sosialir grunnar

Sí eisini síðurnar Landsfyrisiting, Kommunufyrisiting, Ríkisfyrisiting og Sosialir grunnar.

Hugtøk:

  • Fíggjarkravið er munurin millum samlaðu inntøkurnar og samlaðu útreiðslurnar. Um fíggjarkravið er positivt, eru samlaðu inntøkurnar størri enn samlaðu útreiðslurnar.
  • Bruttotjóðarúrtøkan (BTÚ) er eitt mát fyri samlaðu virðisskapanini í einum landi. BTÚ sigur okkum, hvat samlaða framleiðsluvirðið er, tá nýtslan í framleiðsluni er drigin frá. Sí eisini síðuna BTÚ.
  • Í ársins prísum er tað sama sum í nominellum prísum, sum  er tá allur prísvøksturin í tíðarskeiðnum er við. Prísvøkstur verður eisini róptur inflasjón.

Viðmerkingar:

  • Stovnsligar eindir, har høvuðsvirksemið er marknaðarlig framleiðsla, verða hilldar uttan fyri uppgerðina av almennari fyrisiting og tænastu, hóast tær eru við í almennu roknskapunum. Tær verða skildar úr almennu roknskapunum og fluttar yvir í geiran vinnufyritøkur.
  • Fíggjarkravið hjá tí almenna eftir úrskiljing av marknaðarligum framleiðslueindum er tað sama sum uppruna. T.e. at viðskifti millum fyritøkulíku eindirnar og tað almenna eftir úrskiljing bara snúgva seg um, at tað almenna yvirtekur undirskotið/yvirskotið hjá fyritøkulíku eindunum.

Geirabýti:

Í einum uppbýti eftir geira er bólkiningin treytað av slagi av ognarskapi (alment ella privat), hvørt talan er um framleiðslan fer fram sambært marknaðartreytum ella ikki, og um endamálið er við vinningi fyri eyga ella ikki. Hagstova Føroya bólkar eftir altjóða ESA 2010-leistinum.

Búskaparligu geirarnir er ein bólking av øllum stovnsligum eindum í búskapinum. Eindirnar vera bólkaðar í mun til hvønn búskaparligan atburð tær vera mettar at hava. Tá metast skal um hvønn geira eindin hoyrir til, verður hugt at um eindin er brúkari ella framleiðari í búskapinum, hvussu ognarviðurskiftini eru, hvat slag av tænastu ella vøru eindin framleiðir, marknaðartreytir, ið eindin hevur at virka undir og hvat endamálið við framleiðsluni, t.d. um tað er til egið brúk, vinnuligt ella ikki-vinnuligt brúk.

Teir fimm geirarnir eru:

  1. Vinnufyritøkur (S11): Allar eindir, sum ikki veita fíggjarligar tænastur og vørur og virka undir marknaðartreytum.
  2. Fíggjarfyritøkur (S12): Allar eindir, ið veita fíggjarligar tænastur og vørur og virka undir marknaðartreytum.
  3. Almenn fyrisiting og tænasta (S13): Eindir, ið ikki virka undir marknaðartreytum og eru undir almennum ræði.
  4. Húsarhald (S14): Húsarhaldini kunnu bæði vera framleiðarar og brúkarar. Brúkararnir eru aloftast løntakarar, móttakarar av veitingum o.a.. Sjálvstøðug vinnurekandi verða bólkaði sum húsarhald, um so er at fyritøkan ikki er ein fíggjarlig eind í sjálvum sær. Øll framleiðsla, sum er til egið brúk, er eisini partur av hesum geira.
  5. Feløg (S15): Eindir, ið ikki virka eftir marknaðartreytum og ikki eru undir almennum ræði. T.d. ítróttafeløg.

Tað er vanligt, at geirarnir húsarhald og feløg verða bólkaðir saman. (S14+S15)

Hesir geirar tilsamans mynda føroyska heildarbúskapin (S1). Allar eindir, ið ikki eru skrásettar í Føroyum verða bólkaðar sum umheimurin, ið er ein sætti geiri fyri seg (S2).

geirar

Tá tosað verður um Tað almenna, er talan um tríggjar ymiskar geirar og undirgeirar tilsamans:

  1. Geirin Almenn fyritsiting og tænasta
  2. Undirgeirin: Almennar vinnufyritøkur. Hesin bólkur fevnir um almenn vinnufyritøkur, so sum Atlantsflog, Føroya Tele, Rúsdrekkasølu Landsins og Apoteksverkið.
  3. Undirgeirin: Almenn fíggjarfeløg, so sum Realurin.

almenna

Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri
Viðm.: Ársins prísir
Viðm.: Ársins prísir
Viðm.: Ársins prísir
Viðm.: Ársins prísir
Viðm.: Fyri at lýsa tað almenna, í síni heild, so skulu íløgurnar hjá almennu fyritøkunum leggjast afturat.