Tertiary education

Hægri útbúgvingar, sum geva í minsta lagi bachelor prógv, eru universitetsútbúgvingar. Í Føroyum eru allar universitetsútbúgvingar skipaðar á Fróðskaparsetri Føroya. Hendan síðan fevnir eisini um útbúgvingarnar á Vinnuháskúlanum.

Fróðskaparsetur Føroyar er eitt universitet, har gransking og undirvísing eru kjarnin í virkseminum. Endamálið hjá Fróðskaparsetri Føroya, sum er ásett í løgtingslóg, er at inna gransking, geva frálæru á hægsta stigi og breiða út kunnleika um vísindalig úrslit og háttaløg.

Fróðskaparsetrið bjóðar universitetsútbúgvingar út á fimm deildum og skúlum:

Føroyamálsdeildin skipar fyri gransking og útbúgving í føroyskum máli, bókmentum og skaldskapi av manna munni.

Náttúruvísindadeildin skipar fyri gransking og útbúgving í náttúruvísindum og tøkni, og bjóðar út útbúgvingar innan jarðalisfrøði, kunningartøkni og lívfrøði.

Søgu- og Samfelagsdeildin skipar fyri gransking og útbúgving í søgu- og samfelagsvisindi og Stjórnmálafrøði.

Á Læraraskúlanum ber til at lesa til BA sum lærari, umframt BA sum námsfrøðingur.

Á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum ber til at taka BA í sjúkrarøktarfrøði.

Bachelorútbúgvingar eru 3 ára útbúgvingar. BA er bachelorheiti innan hugvísindi, og er stytting fyri Bachelor of Arts. BSSc er bachelorheiti í stjórnmálafrøði, og er stytting fyri Bachelor of Social Science. BSc er bachelorheiti innan náttúruvísindi, og er stytting fyri Bachelor of Science.

Master útbúgving er 2 ára framhaldsútbúgving. MA er masterheiti innan hugvísindi, og er stytting fyri Master of Arts. MSSc er masterheiti í stjórnmálafrøði, og er stytting fyri Master of Social Science. MSc er masterheiti innan náttúruvísindi, og er stytting fyri Master of Science.

Ph.D. - stytting fyri philosophiae doctor - er granskaraútbúgving, sum tekur trý ár og endar við verju av ritgerð um evni, sum er viðgjørt tey trý árini útbúgvingin er.

 

Útbúgvingar á Vinnuháskúlanum:

Skiparar: Upptøkukrav er fráfaringarroynd fólkaskúlans og minst 18 mðr siglingartíð. Tekur 18 mðr. Kann eftir lokna útbúgving vera stýrimaður á øllum fiskiskipum, og skipari eftir lokna siglingartíð (36 mðr). Kann harumframt vera stýrimaður á handilsskipum upp til 3.000 BT og skipari eftir lokna siglingstíð (36 mðr). Altjóða heiti er skipper
Skipsførarar: Upptøkukrav er skipari e.l. Tekur 18 mðr afturat skipara, t.v.s. 3 ár í alt. Kann eftir lokna útbúgving vera stýrimaður á øllum skipum, og skipari eftir lokna siglingartíð (36 mðr). Altjóða heiti er captain

Maskinistar: Tekur 7 mðr. Kann vera maskinmeistari upp til 3000 KW. Altjóða heiti er Vessel Engineer.
Maskinmeistarar: Upptøkukrav er fráfaringarroynd fólkaskúlans og maskinsmiður ella líknandi førleikar/royndir ella viðkomandi miðnámsútbúgving + siglingartíð. Tekur 3 ár. Kann eftir lokna útbúgving vera maskinstjóri á øllum skipum og á landi. Altjóða heiti er chief engineer.

Kelda: https://www.mmr.fo/fo/arbeidsoki/utbugving-og-gransking/haegri-utbugvingar/

Rotate phone
Turn to landscape for a better view