Royndarsíða - síðan er undir menning. Hevur tú rís ella rós til síðuna, ert tú vælkomin at skriva til okkara á hagstova@hagstova.fo

Consumer price index

Brúkaraprísirnir eru farnir 1,2 prosent upp seinasta árið

Fyrsta ársfjórðing 2019 vóru brúkaraprísirnir 1,2% hægri enn sama ársfjórðing í fjør og er nú 120,0.

Fyrsta ársfjórðing 2019 vóru brúkaraprísirnir 1,2% hægri enn sama ársfjórðing í fjør og er nú 120,0.

[px-graph-3]


Seinasta árið eru prísirnir farnir upp í flestu høvuðsbólkum. Mesti prísvøksturin hevur verið í bólkinum hotell og matveitarar uppá 4,5% samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Harumframt er tað serliga 3,7% vøksturin í bæði býlisprísunum og flutningi, sum er orsøkin til vøksturin í samlaða brúkaraprístalinum.

Mesta príslækkingin hevur verið í nýtslubólkinum innbúgv, húsbúnaður o.l. uppá 3,2%.

[px-graph-2]

Lítil broyting seinasta ársfjórðingin
Tað hava ikki verið stórar prísbroytingar seinasta ársfjórðingin, og samanlagt lækkaði brúkaraprístalið 0,3 prosent frá fjórða ársfjórðingi í fjør til fyrsta ársfjórðing í ár.
Mesta príslækking var í bólkinum innbúgv, húsbúnaður o.l., og mesti prísvøkstur í bólkinum rúsdrekka og tubbak. Matvøruprísirnir fóru 0,2 prosent upp seinasta ársfjórðing.
Brúkaraprístalið fyrsta ársfjórðing var 120,0 samanborið við 120,3 fjórða ársfjórðing í fjør. Fyrsta ársfjórðing í fjør var brúkaraprístalið 118,6.

[px-graph-1]


Stutt um brúkaraprístalið

Brúkaraprístal er ein samanfating av, hvussu prísirnir á einari ávísari nýtslusamanseting av vørum og tænastum, sum húsarhaldið keypir, eru broyttir frá einum tíðarskeiði til annað. Prísirnir á ymiskum vørum og tænastum broytast ikki eins, so eitt prístal  kann bara endurspegla miðalprísbroytingarnar. Broytingar í prísum á ymiskum vørum og tænastum, ávirka húsarhaldini ymiskt, tí er tað eisini ymiskt, hvussu prísbroytingar í ymiskum vøru- og tænastubólkum ávirka brúkaraprístalið. Hvussu stóra ella lítla ávirkan prísbroytingarnar í teimum ymisku vørubólkunum hava á brúkaraprístalið, er treytað av vektargrundarlagnum. Vektargrundarlagið er grundað á nýtslumynstrið hjá húsarhaldunum, sum er kannað umvegis skráir, serliga innflutnings- og mvg-skránna, og við spurningum til innflytarar og veitarar um býtið av sølu teirra til ávikavist smásølu/húsarhald og vinnu, stovnar og onnur. Serstøk spurnakanning er gjørd fyri býlisútreiðslur. Eisini eru upplýsingar um nýtslumynstrið hjá húsarhaldum í Íslandi og Danmark nýttar í ávísum førum.

Vís temasíðu
PX Web Graph News