Útflutningur av vørum

Útflutningurin fevnir um allar vørur, ið verða útfluttar úr Føroyum. Hesi hagtøl fevna einans um vørur, meðan inn- og útflutningur av tænastum o.ø. er partur av uppgerðini av gjaldsjavnanum.
Útflutningsvirði er gjørt upp í FOB (Free On Board), meðan innflutningsvirðið er gjørt upp í CIF (Cost Insurance and Freight).

Útflutningur verður flokkaður eftir nýtslulandi, umframt einari flokking, sum gjørd er á Hagstovuni. Henda flokking er ikki eftir altjóða fyrimynd, men ein serlig flokking til føroyska útflutningin, sum flokkar vørurnar alt eftir hvat fiskaslag og hvat slag av framleiðslu, talan er um. Umframt virði á útflutninginum, er útflutningurin eisini gjørdur upp í tonsum, tá talan mestsum altíð er um fiskavørur.

Sí eisini síðurnar um innflutning, handils- og gjaldsjavnan. Atlit mugu tók takast til at nýggjastu tølini kunnu broytast, tá dagført verður.