Innflutningur av vørum

Innflutningurin fevnir um allar vørur, ið verða innfluttar til Føroyar. Hesi hagtøl fevna einans um vørur, meðan inn- og útflutningur av tænastum o.ø. er partur av uppgerðini av gjaldsjavnanum.
Innflutningsvirðið er gjørt upp í CIF (Cost Insurance and Freight), meðan útflutningsvirði er gjørt upp í FOB (Free On Board).

Innflutningurin verður flokkaður eftir upprunalandi, umframt tveimum altjóða leistum:

  1. BEC (Broad Economic Categories): Tað er altjóða flokking av vørum eftir tí endaligu nýtslu, sum vøran vanliga fer til. Hesi tøl vísa tí innflutningin eftir tí nýtsluslagi, hann fer til í Føroyum.
  2. SITC (Standard International Trade Classification): Vørurnar verða flokkaðar í høvuðsheitum eftir upprunatilfari og framleiðslustigi. Framleiðslustig kann t.d. vera rávøra, hálvvirkað vøra og liðug vøru.

Báðir leistir geva sama úrslit, tá hugt verður eftir virðinum á innflutninginum tilsamans.

Sí eisini síðurnar um útflutning, handils- og gjaldsjavnan. Atlit mugu tók takast til at nýggjastu tølini kunnu broytast, tá dagført verður.

Viðm: BEC=Broad Economic Categories: Flokking eftir nýstluslagi
Viðm: BEC=Broad Economic Categories: Flokking eftir nýstluslagi
Viðm: SITC=Standard International Trade Classification: Flokking í høvuðsheitum eftir upprunatilfari og framleiðslustigi