Gjaldsjavni

Gjaldsjavnin lýsir samlaða handilin Føroyar hava við umheimin, umframt hvat vit eiga og skylda uttanlands.

Samlaði inn- og útflutningurin er lýstur í gjaldsjavnanum. Gjaldsjavni er ein uppgerð av samlaðu flytingingunum ímillum Føroyar og umheimin í eitt ávíst tíðarskeið.

Rakstarviðskifti gjaldsjavnans vera eisini nevndir, teir leypandi postarnir á gjaldsjavnananum. Flytingarnar, sum tilsamans eru rakstrarviðskifti gjaldsjavnans, eru bólkaðar soleiðis:

  • Vøruhandil: Inn- og útflutningur av vørum.
  • Tænastuhandil: inn- og útflutningur av tænastum
  • Inntøkuflytingar: Ein samandráttur av lønarflytingum og íløgu- og fíggjarvirksemi.
    • Lønarflytingar: er keyp og søla av arbeiðsmegi millum Føroyar og umheimin. Lønarinntøkan stavar frá útlendskum arbeïðsgevarum, herundir m.a. DIS, NIS, útlendsk fiskiskip og frálandavinnu (Supplyskip o.a) umframt arbeiði uppiá landið t.d. handverkarar. Lønarútreiðsla eru lønir goldnar til útlendingar frá føroyskum arbeiðsgevarum.
    • Íløgu- og fíggjarvirksemi verður eisini rópt ognarinntøka. Hetta er ein uppgerð av inntøkum og útreiðslum av fíggjarogn. Fíggjarognir verða bólkaðar í beinleiðis íløgur, virðisbrøv, innlán og útlán. Úrslitið nevnist avkast.
  • Rakstrarflytingar: Eru veitingar til og úr útlondum, har onki beinleiðis arbeiði ella annað avrik er knýtt at flytingini. Dømi um tílíkar flytingar eru ríkisveitingar, pensiónir og endurtryggingargjøld.

Leggja vit kapitalflytingarnar afturat rakstrarviðskiftum gjaldsjavnans, fáa vit fíggjakravið.

Ogn og skuld er ein uppgerð av tí føroyingar eiga og skylda uttanlands. Nettoognin er munurin ímillum ogn og skuld. Er nettoognin positiv, merkir hetta at tað eru umheimurin, ið hevur skuld til Føroya. Broytingar í nettoskuldini frá einum ári til annað, samsvara við fíggjarkravið.

Uppgerðin lýsir fíggjarstøðuna hjá Føroyum í mun til umheimin við ársenda á hvørjum ári. Tey fíggjarsløgini, ið tilsamans mynda uppgerðina av ogn og skuld eru:

  • Beinleiðis íløgur: Íløgur í børsskrásettar og ikki børsskrásettar fyritøkur.
  • Partabrøv o.a.: Partarbrøv, íløguprógv og líknandi, ið føroyingar eiga uttanlands og útlendingar eiga í Føroyum.
  • Lánsbrøv: Lánsbrøv, ið føroyingar eiga uttanlands og útlendingar eiga í Føroyum.
  • Vøru- og tænastukredittir: Uppgerð av kredittum tvs. hvat skylda føroyingar til útlandið og hvat eiga føroyingar til góðar í útlondum, í samband við inn- og útlflutningi av vørum og tænastum.
  • Innlán: Uppsparing hjá føroyingum uttanlands ella uppsparing hjá útlendingum í Føroyum. Her kann eisini vera talan um veiting av trygd (garanti við keypi vørum o.a.)
  • Útlán: Uppgerð av øllum slagi av lánum til føroyingar úr útlondum (íroknað kreditfeløgum) til privat og vinnulig endamál. Tað sama ger seg galdandi hjá føroyskum fíggjarstovnum, sum veita lán til umheimin.
  • Virðisbroytingar, feilir og ótalt.

 

Viðm: Er gjørt upp í FOB=Free On Board