BTÚ

Bruttotjóðarúrtøkan (BTÚ) er eitt mát fyri samlaðu virðisskapanina í einum landi. BTÚ sigur okkum hvat samlaða framleiðsluvirði er, tá nýtslan í framleiðsluni er drigi frá.  

BTÚ kann roknasta á tríggjar hættir:

 

  1. Framleiðsluháttur: BTÚ = Framleiðsluvirði – Nýtsla í framleiðsluni + Vøruskattir – Vørustudningur – Rætting fyri FISIM
  2. Útreiðsluháttur: BTÚ = Nýtsla samanlagt + Bruttoíløgur + Nettoútflutningur
  3. Inntøkuháttur: BTÚ = Løn og atknýtt gjøld + Rakstraravlop + Kapitalslit + Framleiðsluskattir – Framleiðslustudning - Rætting fyri FISIM

Hugtøk:

  • FISIM: Munur millum ognarinntøkur og rentuútreiðslur hjá peningastovnum. FISIM stebdur fyri "Financial Intermediation Services Indirectly Measured".
  • Nýtslan samanlagt: Nýtslan hjá húsarhaldunum og almenn nýtsla
  • Nettoútflutningur: Munurin ímillum útflutning og innflutning.
  •