Brúkaraprístal

Endamálið við einum prístali er at máta prísbroytingar. Prístal er eitt útroknað tal, sum sýnir gongdina í príslegu ávíst tíðarskeið. Prosentvøksturin, ella minkingin, í brúkaraprístalinum er eitt av mongum inflasjónsmátum.  

Í stuttum er brúkaraprístalið eitt mátt, ið roknar eitt vekta miðal av prísinum á vørum og tænastum hjá brúkarunum. Hesar vørur og tænastur fevnar um mat og drekka, býli, frítíð og mentan o.s.fr.  

Brúkaraprístal er ein samanfating av, hvussu prísirnir á einari ávísari nýtslusamanseting av vørum og tænastum, sum húsarhaldið keypir, eru broyttir frá einum tíðarskeiði til annað. Prísirnir á ymiskum vørum og tænastum broytast ikki eins, so eitt prístal  kann bara endurspegla miðalprísbroytingarnar. Broytingar í prísum á ymiskum vørum og tænastum, ávirka húsarhaldini ymiskt, tí er tað eisini ymiskt, hvussu prísbroytingar í ymiskum vøru- og tænastubólkum ávirka brúkaraprístalið. Hvussu stóra ella lítla ávirkan prísbroytingarnar í teimum ymisku vørubólkunum hava á brúkaraprístalið, er treytað av vektargrundarlagnum. Vektargrundarlagið er grundað á nýtslumynstrið hjá húsarhaldunum, sum er kannað umvegis skráir, serliga innflutnings- og mvg-skránna, og við spurningum til innflytarar og veitarar um býtið av sølu teirra til ávikavist smásølu/húsarhald og vinnu, stovnar og onnur. Serstøk spurnakanning er gjørd fyri býlisútreiðslur. Eisini eru upplýsingar um nýtslumynstrið hjá húsarhaldum í Íslandi og Danmark nýttar í ávísum førum.

Virðið á einum prístali verður eitt grundtíðarskeið sett til 100, og virðið á prístalinum onnur tíðarskeið vísir miðal prosentvísu prísbroytingina samanborna við grundtíðarskeiðið.

Brúkaraprístalið er tað prístalið vit hyggja eftir her, men tað finnast fleiri sløg av prístølum. T.d. prístal fyri húsarhaldsnýtslu, brúkaraprístal, útflutningsprístal, innflutningsprístal. Úrvalið av vørum og tænastum sum prístalið fevnir um, ger av slagið av prístali. Brúkaraprístalið var fyrr, heldur misvísandi, rópt fyri prístalið. Hetta varð broytt um aldarskiftið, tá vektargrundlagið undir brúkaraprístalinum varð broytt.