Fátækraváði

Fátrækraváðin, á enskum "at-risk-of-poverty", er eitt altjóða mát, ið lýsir borgarnar í samfelagnum við lutfalsligu lægst nýstlumøguleikunum. Grundarlagið undir hagtalinum, er javnvirðis-inntøkan, sum er ein roknað inntøka, hjá hvørjum borgara uppá eitt ár. 

Fátækraváðin sigur hvussu stórur partur av borgarunum í samfelagnum hava eina javnvirðis-inntøku, sum er lægri enn 60% av javnvirðis-miðinntøkuni í samfelagnum sum heild.

Hugtøk:

  • Inntøkan: Inntøkan hjá einum persóni ella húski er tøk inntøka eftir skattir og avgjøld og kann koma frá ymiskum keldum:
    • Løn fyri arbeiði og yvirskot frá egnum virki.
    • Veitingar frá tí almenna, so sum pensjón, dagpeningur, rentustuðul og lestrarstudningur.
    • Ognarinntøka, so sum rentuinntøkur, virðisbrævavinningur o.a. kapitalinntøkur.
  • Javnvirðisinntøkan: Javnvirðisinntøka er inntøkan hjá tí einstaka, tá atlit eru tikin til hvørjum húski tann einstaki býr í t.e. hvussu nógv vaksin og hvussu nógv børn eru í húskinum. Sí meira um javnvirðisinntøku á síðuni Inntøkubýti.
  • Húski: Húskini eru persónar sum pr. 31/12 í árinum hava sama skrásettan bústað í landsfólkaskránni. Fólk á stovni og onnur á felagsbýli eru ikki tald við. Soleiðis er ikki talan um fulla populatión. Harumframt er eisini kravt, at minst ein persónur í húskinum skal hava havt skattskyldu alt árið. Vaksin eru persónar 18 ár ella eldri.
  • Miðinntøka: er tann mittasta inntøkan, tvs. tann inntøkan, sum býtur talið av øllum borgarunum í Føroyum í tveir eins stórar bólkar. Helvtin av borgarunum hava tá størri inntøku, og hin helvtin minni inntøku, enn miðinntøkuna.
  • Fátækraváðamarkið: Tann javnvirðisinntøkan sum avgerð um ein persónur er í fátækraváða ella ikki. Øll, ið hava ein javnvirðisinntøku, ið er undir fátækraváðamarkinum eru í fátækraváða. Fyri at skilja fátækraváðamarkið er av týdningi at minnast, at tað er talan um miðinntøku (median), sum avgerð fátækraváðamarkið.
  • Fátækraglopp: Fátækragloppið er roknað sum lutvísi munurin ímillum miðinntøkuna hjá teimum undir fátækraváðamarkinum og sjálvt fátækraváðamarkið. Fátækragloppið sigur okkum tí, hvussu langt undir fátækraváðamarkinum inntøkan hjá teimum í fátækraváða er.