Treystital

Treystitalið er tann samanvigaði ávísin (“indikator”) fyri bæði brúkarar og vinnu. Treystitalið er ein partur av konjunkturbarometrinum.

Konjunkturbarometrið í síni heild eru ávísar, sum siga nakað um, hvussu brúkarar og vinna meta, at tíðirnar eru.

Barometrið er sostatt ikki ein uppgerð av veruligum tølum úr búskapinum, men ein spurnakanning um, hvørjar metingar lyklabólkar í samfelagnum hava av gongdini í búskapinum, bæði gongdini júst nú og hvørjar vánir, bólkarnir hava um framtíðina.

Høvuðsúrslitið úr hesi kanning er treystitalið, eisini nevnt tann samanvigaði ávísin, sum er eitt roknað tal við støði í vektaðum ávísum frá spurnakanningum fyri teir fýra vinnubólkarnar og spurnakanning fyri brúkarar. Meiri um hesar ávísar og hvussu teir verða roknaðir á hvørjari temasíðu.

Eitt einstakt tal hevur einans innihald, um sammett verður við søgulig tøl fyri sama spurning. Til at meta, hvørjari legu talið liggur í, er miðalvirðið av øllum málingum higartil upplýst. Við tíðini verður hetta talið besta boð upp á markið millum góðar og ringar tíðir.

Niðanfyri er víst, hvussu nógvar spurningar brúkarar og vinnubólkarnir fáa, og hvat teir viga í treystitalinum:

  • Brúkarar:                    15 spurningar og viga 20%
  • Tilfeingisvinnan:          15 spurningar og vigar 40%
  • Tænastuvinnan:         5 spurningar og vigar 30%
  • Handilsvinnan:            5 spurningar og vigar 5%
  • Byggivinnan:               6 spurningar og vigar 5%

Spurningarnir eru ymiskir fyri hvønn bólk, og svarmøguleikarnir somuleiðis. Spurningarnir eru teir somu, sum verða brúktir í øllum londum, ið luttaka í ECFIN-samstarvinum, og mátin, ið nýttur verður at gera kanningarnar, er eisini tann sami. Tí eru tølini altjóða sambærlig. Enska heitið á treystitalinum er Economic Sentiment Indicator.

viðm: Treystitalið er eitt vektað miðal av ávísunum