Tilfeingisvinna

Ávísin (“indikator”) fyri tilfeingisvinnuna og annan ídnað sigur, hvussu tilfeingisvinnan o.a. metir at tíðirnar eru. Hesin ávísin er ein av fimm ávísum, sum tilsamans mynda konjunkturbarometrið og treystitalið.

Konjunkturbarometrið í síni heild eru ávísar, sum siga nakað um, hvussu brúkarar og vinna meta, at tíðirnar eru. Høvuðsúrslitið úr hesi kanning er treystitalið, sum er eitt roknað tal við støði í vektaðum ávísum frá spurnakanningum fyri teir fýra vinnubólkarnir og spurnakanning fyri brúkarar.

Barometrið er sostatt ikki ein uppgerð av veruligum tølum úr búskapinum, men ein spurnakanning um, hvørjar metingar lyklabólkar í samfelagnum hava av gongdini í búskapinum, bæði gongdini júst nú og hvørjar vánir, bólkarnir hava um framtíðina.

Eitt einstakt tal hevur einans innihald, um sammett verður við søgulig tøl fyri sama spurning. Til at meta, hvørjari legu talið liggur í, er miðalvirðið av øllum málingum higartil upplýst. Við tíðini verður hetta talið besta boð upp á markið millum góðar og ringar tíðir.

Mannagongd:

Í vinnuni eru 100 virki vald út og vigað eftir starvsfólkatalinum, soleiðis at øll vinnan er umboðað. Vinnan er býtt í fýra høvuðsbólkar og svarar spurnabløðum við millum 5 og 15 spurningum. Vinnuvirkini nýtast ikki at vera júst tey somu til hvørja kanning, av tí at virki kunnu halda upp at við sínum virksemi, men tá verða nýggj virki vald ístaðin, soleiðis at øll vinnan altíð er umboðað.

Ávísarnir fyri einstøku kanningarnar eru miðaltøl av nettotølum fyri útvaldar spurningar. Ávísin fyri kanningina av tilfeingisvinnuni og øðrum ídnaði verður roknað sum miðal av nettotølum í fylgjandi 3 spurningum:

  • Hvussu meta tit um samlaðu bíleggingarnar í løtuni?
  • Hvussu er við goymsluni av lidnum vørum í løtuni? (negativt fortekn)
  • Hvussu vænta tit at gongdin í tykkara framleiðslu fer at verða komandi 12 mánaðirnar?

Treystitalið og einstøku ávísarnir kunnu liggja frá pluss 100 til minus 100. Eitt einstakt tal hevur einans innihald, um sammett verður við søgulig tøl fyri sama spurning.

Hugtøk:

Tað eru 3 týðandi hugtøk, ið verða nýtt í konjunkturbarometrinum:

  • Nettotal er eitt roknað miðaltal út frá %-býtinum av svarum til hvønn einstakan spurning. Niðanfyri er víst eitt roknidømi.
  • Ávísi:  Við støði í útvaldum nettotølum í hvørjari einstakari kanning verður ein ávísi roknaður. Ávísin verður roknaður sum miðal av nettotøllunum. Ávísin kann liggja millum pluss 100 og minus 100.
  • Treystitalið: Við støði í ávísunum frá øllum fimm kanningunum verður treystitalið roknað við hesum vektum:
    • Brúkarar:                    15 spurningar og viga 20%
    • Tilfeingisvinnan:          15 spurningar og vigar 40%
    • Tænastuvinnan:         5 spurningar og vigar 30%
    • Handilsvinnan:            5 spurningar og vigar 5%
    • Byggivinnan:               6 spurningar og vigar 5%  

Vinnan hevur tríggjar svarmøguleikar: játtandi, sýtandi ella neutralt til hvønn einstakan spurning.

Dømi:

Ein spurningur í kanningini til tænastuvinnuna hevur orðingina 'Hvussu er eftirspurningurin (í krónum) eftir tykkara vørum og tænastum broyttur seinastu 12 mánaðirnar?'.

Svarmøguleikarnir til henda spurningin eru tríggir: 1) Vaksandi, 2) Óbroyttur og 3) Minkandi.

Tá allar umleið 30 tænastufyritøkurnar hava svarað, kann %-býti av svarmøguleikunum síggja soleiðis út:

  • Vaksandi: 52%
  • Óbroyttur: 46%
  • Minkandi: 2%

Hetta gevur eitt nettotal fyri spurningin á 50. Tað merkir, at 50 prosentstig fleiri (52 minus 2) svaraðu játtandi enn sýtandi. Tey, sum svaraðu, at eftirspurningurin hevur verið óbroyttur, verða soldaði frá.

viðm: Ávísin er miðal av nettotølunum