Peninga- og fíggjarviðurskifti

Javnin hjá fíggjastovnunum lýsir allar ognir (aktiver) og alla skuld (passiver), ið fíggjarstovnarnir hava. Per definitión skulu hesar báðar síðurnar av javnanum vera líka stórar.

Savnið fevnir um føroysku peningastovnarnar, herundir deildir teirra í útlondum.

Tættir (dimensiónir) í hesum savninum eru: tíð, fíggjaramboð, land og geiri:

  • Tátturin 'Fíggjaramboð' er stigskipaður. Á fyrsta stigi verða fíggjaramboð flokkaði í 'Ogn' og 'Skuld'. Á næsta stigi verða hesi útgreinaði til 'Kassi', 'Útlán', 'Lánsbrøv' o.s.fr..
  • Fíggjaramboð verða skift á land, har hetta letur seg gera. Útlán verða t.d. skift á føroyskar og útlendskar lántakarar.
  • Fíggjaramboð verða somuleiðis skift á geira, har hetta ber til. "Í einum uppbýti eftir geira er bólkiningin treytað av slagi av ognarskapi, hvørt talan er um framleiðslan fer fram sambært marknaðartreytum ella ikki, og um endamálið er við vinningi fyri eyga ella ikki."

Upphæddir verða vístar í mió. kr og stava frá javnum við mánaðarlok.

viðm: HPISH: Non-profit institutions serving households
viðm: NPISH: Non-profit institutions serving households