Inn- og útlán til føroyskar eindir

Savnið fevnir um føroysku peningastovnarnar, herundir deildir teirra í útlondum.

Tættir (dimensiónir) í hesum savninum eru: tíð, fíggjaramboð, MFI-bólkur, vinnugrein, geiri, land og upprunalig bindingartíð:

  • Táttinum 'MFI-bólkur' eru fíggjarfyritøkurnar skiftar á landið, tær eru heimahoyrandi í. Savnið fevnir um føroyskar og danskar peningaligar fíggjarstovnar. Føroyski parturin fevnir um peningastovnarnar (umframt deildir teirra í útlondum). Danski parturin fevnir í høvuðsheitum um fíggjarkrøv ímillum føroysk og donsk realkreditfeløg.
  • Í tátturin 'fíggjaramboðum' eru bert 'Innlán' og 'Útlán' tikin við. . Hesi verða á lægra stigi útgreinaði soleiðis, at t.d. útlán verða skift á 'Kassakredittir', 'Lánsbrævagrundaði útlán' og 'Onnur útlán'.
  • Tátturin 'Vinnugrein' er skipaður við tveimum stigum: Ovara stigið er grovbólking av vinnugreinum í ráevnis-, framleiðslu- og tænastuvinnur umframt húsarhald. Á lægra stigi verða til dømis framleiðsluvinnur skiftar á 'Ídnað', 'El-, gass- og fjarhitaveiting', 'Vatnveiting, kloakkir og ruskviðgerð' og 'Byggivinnu'.
  • Tátturin 'Geiri' er skipaður við trimum stigum: Ovasta stigið fevnir um 'Allar geirar', sum á næsta stigi verður útgreinað til '1. Ikki-fíggjarlig feløg', '2. Fíggjarlig feløg', '3. Almenn fyrisiting og tænasta' og '4. Húsarhald'. Á lægsta stigi verða t.d. ikki-fíggjarlig feløg greinaði á feløg undir almennum ræði og privat feløg.

Útlán frá einum peningastovni til annan eru ikki við í savninum. Sama er galdandi viðvíkjandi innlánum.

Upphæddir vera vístar í mió. kr og stava frá javnum við mánaðarlok.

Hugtøk og styttingar:

  • MFI stendur fyri: Monetære Finansielle Instutitioner
  • Innlánsyvirskot er munurin ímillum innlán og útlán
Viðm: NPISH: Non-profit institutions serving households