Ríkisfyrisitingin

Ríkisfyrisitingin fevnir um allar ríkistovnar í Føroyum, undantikið Færøernes Kommando, Flyvestation Thorshavn og Fiskeriinspektionen, sum ikki eru roknaðir sum stovnsligar eindir í føroyska búskapinum og tí eru hildnir uttan fyri uppgerðina.

Fyritøkulíki stovnurin Vága Lufthavn er fluttur úr ríkisfyrisitingini yvir í landsfyritøkur í geiranum vinnufyritøkur.