Landsfyrisitingin

Landsfyrisitingin ella heimastýrisfyrisitingin, sum hesin undirgeiri eisini verður nevndur, fevnir um landskassan, landsbankan og nakrar landsgrunnar, sum ikki eru við í landskassarkonskapinum.

Landsfyrisitingin er ein undirgeiri í geiranum "Almenn fyrisiting og tænasta"/"Tað almenna". Hinir undirgeirarnir eru:

  • Kommunfyrisitingin
  • Ríkisfyrisitingin
  • Sosialir grunnar

Fyritøkulíkir stovnar, sum eru í landskassaroknskapinum, eru fluttir úr heimastýrisfyrisitingini yvir í landsfyritøkur í geiranum vinnufyritøkur. T.d. Rúsdrekkasøla Landsins, Apoteksverkið, Postverk Føroya, Útvarp Føroya, Sjónvarp Føroya og byggivirkið hjá Landsverki.

Barsilsskipanin, sum liggur í landsroknskapinum, er flutt úr heimastýrisfyrisitingini yvir í sosialar grunnar.