Almenn fyrisiting og tænasta

Almenna fyrisiting og tænasta fevnir bara um myndugleikar og stovnar, sum eru uttanmarknaðarligir framleiðarar, hvørs høvuðsuppgáva er at framleiða og veita tænastur til einstaklings- og felagsnýtslu, og harumframt at umbýta inntøku og ogn.

Stovnsligar eindir, har høvuðsvirksemið er marknaðarlig framleiðsla, verða hildar uttan fyri uppgerðina av almennari fyrisiting og tænastu, hóast tær eru við í almennu roknskapunum. Tær verða skildar úr almennu roknskapunum og fluttar yvir í geiran vinnufyritøkur.

Fíggjarkravið hjá tí almenna eftir úrskiljing av marknaðarligum framleiðslueindum er tað sama sum uppruna. T.e. at viðskifti millum fyritøkulíku eindirnar og tað almenna eftir úrskiljing bara snúgva seg um, at tað almenna yvirtekur undirskotið/yvirskotið hjá fyritøkulíku eindunum.

Undirgeirar í geiranum almenn fyrisiting og tænastu eru:

  • Landsfyrisitingin
  • Kommunufyrisitingin
  • Ríkisfyrisitingin
  • Sosialir grunnar

Tað almenna

Viðm: Fyri at lýsa tað almenna, í síni heild, so skulu íløgurnar hjá almennu fyritøkunum leggjast afturat